Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Jarðfeingi: Jarðfeingi hevur seinastu árini kannað hitan á vatninum í nógvum jarðhitaboringum kring landið. Hesar kanningar hava m.a. víst, at undirgrundin á Glyvrum er heitari enn flest aðrastaðni í Føroyum. Jarðhitavøksturin er á Glyrvum umleið 6oC fyri hvørjar 100 metrar niður í undirgrundina. Vanligi jarðhitavøksturin í Føroyum er umleið 3oC/100 m. Tí hildu vit á Jarðfeingi, at tað kundi verið áhugavert at kannað hetta økið nærri.

Í fíggjarlógini fyri 2022 vórðu 1,8 mió. kr. játtaðar til at útvega nýggja vitan um orkumøguleikar úr undirgrundini. Jarðfeingi setti seg í samband við Runavíkar kommunu fyri at spyrja um kommunan hevði áhuga í at vera við til at kanna nevnda øki á Glyvrum. Endamálið er  at finna út av, hvussu nógv, og á hvønn hátt, orkan kann útvinnast úr undirgrundini til upphiting, at hita skúlan og aðrar kommunalar bygningar har nærhendis. Hetta játtaði kommunan, og søkt var tí um stuðul frá nevndu játtan, til at finna orsøkina til tann óvanliga jarðhitavøksturin í økinum.

Kanningin fevnir m.a. um í alt tríggjar boringar, tvær á 400 metur og eina á 100 metur, hendan seinna soleiðis at fylgjast kann við grundvatnsstøðuni í økinum.

Í dag setti fyritøkan BORA hol á kanningarnar, tá byrjað var upp á ta fyrru 400 metur djúpu boringina.

Tá liðugt er at bora seinni í vikuni, fer Jarðfeingi millum annað at senda eitt myndatól niður í holið at avmynda jarðfrøðina, soleiðis at hendan kann kortleggjast, umframt at kanningar eisini vera gjørdar av møguligum vatnrákið í holinum.

Jarðfeingi stendur fyri verkætlanini, sum er kostnaðarmett til umleið 1,25 mió. kr. Helvtin av verkætlanini verður fíggja av teimum 1,8 mió. kr., ið vórðu játtaðar av orkustuðulsjáttanini. Hina helvtina fíggja Jarðfeingi og Runavíkar kommuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo