Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Jarðir hevur fingið Fíggjarnevndina at flyta hálva mió kr av játtanini hjá VFI til Jarðir.

Jarðir hevur fingið Fíggjarnevndina at flyta hálva mió kr av játtanini hjá VFI til Jarðir.

Privata áhugafelagið Jarðir hevur fingið Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum at lurta eftir eini áheitan um at flyta ein part av játtanini hjá Visit Faroe Islands til Jarðir.

Í uppskotinum til fíggjarlóg eru 500.000 krónur fluttar til Jarðir. Pengarnir eru tiknir av játtanini hjá Visit Faroe Islands.

- Fluttar verða 500 tús. kr. frá P/F Visit Faroe Islands til hesa játtan til Bóndafelagið og Óðalsfelagið til tess at styrkja feløgini í teirra politikmenning í mun til føroysku náttúruna í sambandi við útlendsk ferðafólk, skrivar meirilutin í Fíggjarnevndini í álitinum.

Ítøkiliga snýr tað seg um, at Jarðir vil hava eina skipan við fráboðanarskyldu setta í verk.

- Ein fráboðanarskylda tryggjar skipaði viðurskiftir og meta vit sjálvandi, at tað er Jarðir, sum skal umsita skipanina viðv. fráboðanaskyldu, siga Jarðir millum annað í skrivinum til Fíggjarnevndina, sum er dagfest 17. november.

Jarðir ætla, at heimasíðan heimabeiti.fo, sum Jarðir eigur, skal vera staðið har fólk, sum fara í hagan, skráseta seg og boða frá, áðrenn tey fara avstað.

Skrivið frá Jarðir til Fíggjarnevndina er at finna millum hini skjølini sum eru send nevndini.

 

Jarðir hevur fingið Fíggjarnevndina at flyta hálva mió kr av játtanini hjá VFI til Jarðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo