Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Smápartafelagið Jarðir hevði hall uppá 14.000 krónur fyrsta roknskaparárið. Men her skal beinanvegin sigast, at talan ikki er um eitt heilt ár, tað er frá 26. apríl til 31. desember 2019, og neyvan er gongd av álvara komin á virksemið.

Jarðir er felag, sum Bóndafelagið og Óðalsfelagið hava stovnað við tí endamáli at fáa "skipaði viðurskifti í samband við gongd í haga", sum felagið sjálvt sigur. Í roknskapinum verður sagt, at høvuðsvirksemið er at "eiga og reka fasta ogn, ferðavinnu og annað virksemi í hesum sambandi."

Felagið eigur heimasíðuna hiking.fo, har túrar í fjøllunum við ferðaleiðara kunnu keypast.

Ongar lønir vórðu goldnar í fjør, og hallið uppá stívliga 14 tkr verður flutt á eginognina sum minkar við somu upphædd og við árslok í fjør tískil var 36 tkr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo