Tramin er ein gentilmaður, sum ongantíð fer hagar, hann ikki verður boðin
- John A. Lincoln

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Jasper Van Der Heyden hevur undirskrivað við 07 Vestur og skal styrkja um hópin hjá Magnus Powell, ið hevur høg mál til komandi kappingina, eftir flotta 6. plássi í ár. Jasper flytir beinanvegin vestur úr KÍ, og fær væntandi ein týðandi leiklut framyvir.

26-ára gamli belgiarin kom annars til upprunaliga til AB úr Thrótti í Íslandi í fjør. Tað eyðnaðist ikki AB at vera verandi í deildini so Jasper, sum, hóast hetta, hevði havt eitt gott kappingarár, flutti til klaksvíkar. Á Argjum fekk hann 26 dystir og skoraði 3 mál, og, á besta liðinum hjá, KÍ, 14 dystir og 5 mál, umframt nakrar dystir í 1. deild.

Álopskendi miðvallarin er, sum sagt, úr Belgia, har hann ungdómsárini leikti í Lierse SK áðrenn hann royndi seg í ymsum feløgum. Tíðliga í 2018 flutti hann so til Thrótt í Íslandi haðani hann kom til Føroyar til kappingarárið 2020.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo