Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Heilsumálaráðið: Í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2023 eru 2,8 mió. kr. settar av til serlæknapuljuna. Í uppskotinum, sum varð lagt fram í september 2022, var upphæddin 6,3 mió. kr. Tær 6,3 mió. kr. fevndu um játtanina fyri 2023 á 2,8 mió. kr. og játtanina fyri 2022 á 3,5 mió. kr.

Í nýggja uppskotinum er hetta roknskapartøkniliga broytt til, at 2,8 mió. kr. standa á serlæknajáttanini. 3,5 mió. kr. eru fluttar til vanliga raksturin hjá Landssjúkrahúsinum, til at fíggja serlæknar við tilhoyrandi skrivara og sjúkrarøktarfrøðing, ið vórðu sett í 2022.

Alt í alt er játtanin soleiðis óbroytt í verandi uppskoti í mun til uppskotið frá september 2022.

Orsøkin til at upphæddin er 2,8 mió. kr. í ár heldur enn 3,2 mió. kr., er at nakað av játtan frammanundan er í rakstrinum hjá Landssjúkrahúsinum til annað serlæknaøkið, sum í dag virkar við eini konsulentskipan, ið partvíst kann sparast, tá serlækni verður settur í starv.

 Ætlan fyri serlæknaøkir
Landsstýriskvinnan í heilsumálum fer í næstum undir arbeiði, at gera eina ætlan fyri hvørji serlæknastørv skulu mennast í heilsuverkinum. Greið mál skulu setast fyri, hvussu tørvurin á serlæknum innan sjúkrahúsverkið og kommunulæknaskipanina verður nøktaður.

Serlæknapuljan hevur í fleiri ár verið ein týdningarmikil partur av fíggingini, tá ymisku serlæknaøkini skulu styrkjast ella nýggj skulu setast á stovn.

Tað skal eingin ivi vera um, at tað hevur høga raðfesting hjá mær at tryggja eina støðuga tilgongd av læknum og heilsustarvsfólki til tey serlæknaøki, sum sjúkrahúsverkið og heilsuverkið í Føroyum hava tørv á, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo