Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá § 52 a fyrispurning nr. 52-130/2021 frá Ingilín Strøm, løgtingsmanni, settur landsstýrismanninum í almannamálum Sólvit E. Nolsø um tillagað størv.

Svar:
1. Hvussu nógv fólk fingu tillagað starv í 2021 í mun til í 2020?

Í 2020 vóru 87 persónar, sum fingu játtað tillagað starv, meðan talið av játtanum í 2021 var 77. 

Havast skal í huga, at tað eisini eru persónar, sum gevast í tillagaðum starvi (tað kunnu t.d. vera persónar, sum flyta til fólka- ella fyritíðarpensjón). Talið av ymiskum persónum, sum í 2020 fingu lønarískoyti var 374 persónar, meðan talið í í 2021 var 401. 

2. Hvussu nógv av teimum, sum fingu starv í 2021, fáa minni í løn, vegna tær broytingarnar, ið vórðu gjørdar í skipanini við løgtingslóg nr. 187 frá 18. desember 2020?

Lógarbroytingin hevur sambært Almannaverkinum ávirkað lønarískoytið til 50 persónar í 2021. 

3. Hvat hevði tað kostað landskassanum eyka í 2021, um hesi fólk fingu løn samsvarandi tí, ið var galdandi áðrenn broytingina í løgtingslóg nr. 187 frá 18. desember 2020?

Um hesir persónar fingu lønarískoyti sambært tí, ið var galdandi áðrenn broytingina í løgtingslóg nr. 187 frá 18. desember 2020, høvdu útreiðslur landskassans verið uml. 650 tús. kr. hægri. Tað skal gerast vart við, at ein partur av teimum 50 persónunum eru komnir í tillagað starv síðst í 2021. Um allir teir 50 persónarnir høvdu fingið lønarískoyti í 12 mánaðir eftir skipanini, sum var galdandi inntil 2021, høvdu útreiðslur landskassans verið 1.260 tús. kr. hægri (í staðin fyri 650 tús. kr.). 

4. Metir landsstýrismaðurin, at skipanin við tillagaðum størvum, ið fevnir um fólk við breki og kroniskum sjúkum, var rætta staðið at spara?

Landsstýrismaðurin fer ikki at taka dagar ímillum, um tað var rættari at spara í tillagaðum størvum enn á aðrari játtan á almannaøkinum. Undanfarni landsstýrismaður hevur framt eina røð av raðfestingum, ið bøta um tænastur og umstøður til fólk við breki og kroniskum sjúkum, men landsstýrismaðurin hevur sum kunnugt ein játtanarkarm at halda seg til í sambandi við fíggjarlógararbeiði.

Aðalmálið hjá landsstýrismanninum í almannamálum er at tryggja øllum borgarum neyðugar umstøður fyri góðum lívskorum og rætt til munagóðar almannatænastur til tey, sum hava tørv á tí. Hetta setur krøv til menning av eini breiðari viftu av tilboðum og skipanum, men tað setur samstundis krøv til, at vit støðugt endurskoða, um verandi skipanir kunnu nýhugsast. Tað hevur víst seg, at skiftandi landsstýrisfólk hava havt avmarkaðar møguleikar at menna vælferðarskipanir, tá vøksturin í lógarbundnum útreiðslum hevur verið ov stórur. 

Játtanin til lønarískoyti til vard- og tillagað størv er útivið 58 mió. kr. hægri í 2022 enn í 2017, og er játtanin til vard- og tillagað størv í 2022 komin upp til uml. 92 mió. kr. Um  lógin ikki varð broytt og við verandi gongd, hevði sannlíkt verið tørvur á eini játtan á umleið  150 mió. kr. um 4-5 ár. Hetta er við til at leggja enn meira trýst á almannaøkið. Havandi hetta í huga, metir landsstýrismaðurin ikki, at tað er skeivt at royna at tálma vøksturin á hesari kontuni. 

Almannamálaráðið, 28. februar 2022
Sólvit E. Nolsø
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo