Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Fyribils sær út til at spádómurin gongur út og Javnaðarflokkurin verður stóri sigursharrin á løgtingsvalinum.

Nú umleið 66% av atkvøðunum eru taldar fær Javnaðarflokkurin nærum fjórðu hvørja atkvøðu ella góð 24% sum gevur 9 tingsessir. Tað er ein framgongd uppá 4,6%.

Men Fólkaflokkurin fær nærum líka nógvar atkvøður, tó við eini afturgongd uppá 6% áðrenn Havnin er tald uppí. Flokkurin fær 6 tinglimir.

Sambandsflokkurin fær 22,1% og hevur afturgongd uppá hálvt prosentstig.  Sambandsflokkurin fær 7 tinglimir.

Tjóðveldi fær 15% við afturgongd uppá 0,3%. Tjóðveldi fær eftir hesum 6 tinglimir

Miðflokkurin fær 7%, framgongd uppá 1,4%. Tað røkkur til 2 tinglimir.

Framsókn fær 4,8%, framgongd uppá 2%. Hann fær harvið 3 tinglimir.

Sjálvstýri fær 3,4%, afturgongd uppá 1,2%. Hann fær onki umboð valt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo