Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Á ólavsøku fer Javnaðarflokkurin at leggja fram uppskot um rættin hjá føroyingum at ganga í haga. Uppskotið skal áseta, at føroyingar undir rímiligum treytum og avmarkingum hava rætt at vitja sína egnu náttúru uttan gjald.

- Grundarlagið hjá okkum føroyingum má sjálvandi vera, at allir føroyingar hava rætt at fara í hagan, og at hesin rættur ikki skal vera treytaður av vælvild frá ella gjaldi til tey, sum hava fingið rættin at nýta náttúruna til vinnuligt virksemi, sigur Aksel V. Johannesen, formaður.

Tíbetur riggar gongd í haga væl dagliga. Tað er sjáldan, at bøndur sýta fyri, at føroyingar vitja sítt egna land. Men tíverri er okkurt dømi um, at føroyingar ikki sleppa at vitja náttúruvakurt stað uttan at gjalda einum privatum fyri tað.

Jú longur hetta sleppur at halda fram, jú verri verður at broyta tað, tí siðvenja skapar eisini lóg. Endin kann verða, at náttúran til endans ikki verður tann dýrabara felagsogn, flestu okkara halda hana vera í dag, men ein søluvøra, sum nøkur fá ráða yvir.

Sjálvandi skulu avmarkingar setast. Sjálvandi skal seyðahald og alt, sum knýtir seg til tað, virðast. Sjálvandi skulu greiðar treytir um atburð setast øllum, sum fara út um bøgarðarnar. Sjálvandi skal bæði náttúran sjálv, djór, hegn og alt, sum knýtir seg at vinnuligum virksemi, virðast.

Haraftrat leggur ferðavinnan stórt trýst á okkara náttúru og umhvørvi. Tí er tað ikki órímiligt, at gjald verður tikið frá útlendskum ferðafólkum og avmarkingar settar, sum skulu verja okkara náttúru.

Men fyrsta stig er at tryggja við lóg, at føroyingar - undir treytum og við avmarkingum - hava ein ómissandi rætt til at vitja haga, vøtn og fjøll í Føroyum.

Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo