Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Revsilógin skal broytast, so tað verður staðfest, at "samlega" við børn undir 15 ár altíð er neyðtøka og verður revsað sum neyðtøka. Orðið samlega hoyrir yvirhøvur ikki heima í slíkum førum.

Nú kemur nýtt lógaruppskot um samtykkisgrundað neyðtøku, og tað fegnast vit um. Men í gjár bleiv greitt, at nýggja lógaruppskotið ásetir ikki, at "samlega" við eitt barn undir 15 ár er neyðtøka og skal revsast harðari enn í dag. Revsiramman skal vera 12 ár og ikki 8 ár sum í dag.

Vit vilja tí taka stig til antin at fáa hesa broytingina í uppskotið undir løgtingsviðgerðini. Um hetta ikki er møguligt, fara vit at leggja eitt sjálvstøðugt uppskot fyri Løgtingið um hetta.

Tað er eyðsæð, at einki barn undir 15 ár er í eini støðu, har tað ber til at geva sjálvboðið samtykki til samlegu við ein persón, ið er munandi eldri enn barnið.

Hetta fer at merkja, at barnið fær eina betri verju enn í dag. Tað eru fleiri dømi um, at persónur, ið hevur gjørt seg kynsliga inn á børn undir 15 ár, hevur fingið linari dóm, tí mett hevur verið, at barnið kanska ótilvitað hevur góðtikið støðuna.

Eyðgunn Samuelsen
Ingilín D. Strøm
Djóni Nolsøe Joensen
Løgtingslimir fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo