Formaðurin í Javnaðarflokkinum boðaði frá undir viðgerðini av uppskotinum um at minka blokkin til 0 eftir 7 árum, at Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við tí.
- Fyrsta treyt fyri at tað skal henda er, at yvirskot er á fíggjarlógini, segð Aksel V Johannesen.
Tað fekk formannin í Tjóðveldi at spyrja, um Aksel V Johannesen hevði tikið undir við uppskotinum, um Tjóðveldi sat á kassanum.
Til tað svaraði formaðurin í Javnaðarflokkinum, at tað visti hann ikki, men hann fór so ikki at taka undir við tí soleingi Fólkaflokkurin sat á kassanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo