Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í dag gjørdi landsstýrismaðurin í orkumálum greitt, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Miðflokkurin ætla at privatisera framleiðsluna av vindorku. 

Politiska skipanin eigur altíð at umboða borgaran. Um eitt privat felag vinnur eitt útboð ímóti SEV, tí boðið er bíligari, so er tað fínt fyri brúkaran, sum er øll húsarhald og alt vinnulív í Føroyum. 

Men landsstýrið ætlar, at privatar fyritøkur, ofta við útlendskum eigarum, nú skulu sleppa einsamallar og uttan kapping frá SEV at leggja seg á alla vindframleiðslu í Føroyum. Tá er endamálið ikki at framleiða so bíliga vindorku sum møguligt til borgaran, men at nøkur fá skulu forvinna nógvan pening upp á bekostning av okkum øllum. 

Hesum tekur Javnaðarflokkurin ikki undir við, tí málið eigur altíð at vera at framleiða streymin so bíligt sum gjørligt til borgaran. Privatir aktørar hava í dag møguleika at bjóða seg fram og kappast. Men at forbjóða SEV at framleiða vindorku er ikki gott fyri brúkaran. Í løtuni er sunn kapping við privatar aktørar, og tað er besti mátin at fáa bíligan streym til brúkaran.

Javnaðarflokkurin heldur eisini, at vit í felag mugu hava ræðið á grundleggjandi samfelagsligum økjum. At veita streym er avgjørt eitt av hesum økjunum.

Javnaðarflokkurin vil hava varandi orku. Men privatisering av vindorkuni er á ongan hátt ein fortreyt fyri at skunda undir orkuskiftið. Tvørturímóti.

Um SEV verður skert, fær brúkarin minni ávirkan. So missa vit tamarhaldið á streymveitingini, á prísum og tænastum. Við privatisering fáa nakrar fáar privatar fyritøkur, ofta við útlendskum eigarum, valdið á vindframleiðsluni í Føroyum. Tað taka vit í Javnaðarflokkinum ikki undir við.

Tí er Javnaðarflokkurin ímóti ætlanunum hjá samgonguni at privatisera partar av SEV.

Javnaðarflokkurin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo