Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin: Seinni í vikuni fer Javnaðarflokkurin at leggja fram uppskot um stigvíst at stytta lógarásettu arbeiðsvikuna niður í 37 tímar komandi árini.

Hetta er aðru ferð, at flokkurin leggur uppskotið fram.

Tíðin er komin til at gera broytingar, sum gera tað lættari at sameina arbeiðslív og familjulív.

Nýggj kanning hjá Fakfelagssamstarvinum, Heilsuhjálparafelagnum og Heilsurøktarafelagnum vísir nógvar fyrimunir við at stytta arbeiðsvikuna. Millum annað minni strongd, minni tíðartrýst og betri familjulív. 

Eisini vísir kanningin, at tá starvsfólk ikki eru troytt, fáa tey savnað seg um arbeiði, og tí eru tey effektivari størri part av arbeiðstíðini. 

Innan stóran part av almenna arbeiðsmarknaðin merkir hetta, at hóast fólk arbeiða styttri, so verður ikki brúk fyri at seta fleiri fólk í starv á hesum arbeiðsøkinum.

Við at stytta arbeiðsvikuna fáa vit størri trivnað á arbeiðsplássinum og meira tíð saman við familjuni. Hesum arbeiðir Javnaðarflokkurin fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo