Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Gransking.fo: Granskingarráðið hevur játtað 148.000 kr. í stuðli til eina verkætlan hjá Javna um arbeiðsmarknaðin og menningartarn.

Hetta er fyrsta játtanin frá nýggju stuðulsskipanini til arbeiðsmarknaðarátøk.

Í Javna siga tey soleiðis um verkætlanina:

- Hóast vit seinastu árini hava fingið fyriskipanir, ið kunnu slóða fyri einum virknum arbeiðslívi hjá fólki við skerdum arbeiðsførleika, so er okkara varhugi, at verandi skipanir ikki lofta okkara málbólki í nóg stóran mun. Okkara hypotesa er, at pláss er fyri betringum, soleiðis at fleiri høvdu kunnað komið í starv á vanliga arbeiðsmarknaðinum.

- Endamálið við eini møguligari kanning er tí at fáa til vega vitan, sum kann verða grundarlag fyri møguligum tillagingum av verandi skipanum, og/ella víðari gransking av økinum. Í kanningini vilja vit serliga hyggja eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk (2012), og hvussu fyriskipanir í lógini virka í praksis í mun til okkara málbólk. Vit vilja taka støði í málbólkinum, sum hevur gjøgnumført serliga skipaðu miðnámsútbúgvingina (serbreyt), sum er eitt miðnámsskúlatilboð fyri tey, ið ikki megna at taka eina miðnámsútbúgving eftir vanligum treytum.

- Verkevnið væntast at hava áhuga, bæði út frá einum samfelagsligum og frá einum sosialum sjónarhorni.

- Samfelagsliga, tí vit hava tørv á so nógvum virknum hondum á arbeiðsmarknaðinum sum gjørligt, og sosialt, tí tað at hava ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag er ein týdningarmikil partur av lívinum hjá okkum menniskjum, við ella uttan menningartarn. Eitt størri innlit í økið hevði gagnað á tann hátt, at tað kundi slóða fyri størri rúmligheit á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

Stuðul til arbeiðsmarknaðarátøk

Granskingarráðið fekk í summar slakar 10 mió. kr. til kanningar og gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.

Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera gransking, sum fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, og um gransking sum hevur serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.

Virkisøkið er ikki avmarkað, men tað er ein treyt, at talan er um gransking í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ella gransking í øðrum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum tørvur er á at fáa lýst.

Talan er um tvær skipanir við ymiskum umsóknarfreistum:

Stuðul til gransking – freist 15. februar.
Stuðul til kanningar – freistir 1. mai og 1. november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo