Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Frihedsbrevet.fo: Nýggi føroyski miðilin Frihedsbrevet.fo skipar fyri politiskum pallborðsfundi í OY hóskvøldið 1. desember.

Nýggja bryggjaríið er karmur um fyrsta tiltakið hjá nýggja miðlinum.

Tvey evni, 14 valevni og ymisk serfrøðingatoymi er uppskriftin uppá orðaskiftið í Oy.

Tiltakið er skipað í tveimum pørtum. Javnstøða verður fyrsta evnið, sum serfrøðingatoymið umrøður, áðrenn tendrað verður fyri politisku mikrofonunum. Barbara Holm, Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam stýra kjakinum, áðrenn serfrøðingatoymi sleppur at siga sína hugsan um tað, tey hava hoyrt.

Síðani fer alt í fisk... Í hesum partinum fara vit at umrøða m.a. hvat henda skal við fiskivinnuni komandi árini. 

Tiltakið verður stroymt í samstarvi við Ø-Media, men eins og Birgir Kruse plagar at siga um filmar - at teir skulu síggjast í biografinum - so skal hesin pallborðsfundur upplivast í Oy hóskvøldið 1. desember klokkan 20.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo