Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

JAZZYGOLD: Í januar mánaði kunngjørdi Jasmin Mote, at hon legði bólkin‘’JASMIN’’ í dvala og at hon byrjaði hennara nýggjutónleikaleið við verkætlanini ‘’jazzygold’’. Síðani hetta hevur hon spælt hennara debut konsert á showcase festivalinum Trondheim Calling í februar, og í næstu viku fer hon til Brighton at spæla á showcase festivalinum The Great Escape.

Í summar fer Jazzygold at hava sína frumkonsert í Føroyum á G! Festivalinum, samstundis sum hon er bókað at spæla á Moldejazz Moldejazz festivalinum í Noreg.

Næsta staklagið hjá jazzygold er endiliga úti og tað eitur‘’dyed my hair red’’.

Lagið er skrivað og innspælt í Stokkhólm saman við Ellu Öfwerman og Kristofer Cepevski.

Eitt sjónbandalag kemur eisini til lagið, og tað verður útgivið eitt sindur seinni. Tað er filmað og klipt av Aleksandru Milanovic.
 
Jazzygold sigur soleiðis um lagið:
‘’Vit øll hava roynt uppá okkurt tíðspunkt at blíva pressað til eitt brotmark, har ein tekur sjálvbodnar avgerðir og tað er tað, sum hetta lagið snýr seg um.

Jazzygold hevur hjartasorg á lagnum, men hon er ikki keddlongur – hon er nógv illari og vónaði, at litað hárið fór at geva henni eina nýggja byrjan og hjálpa henni at koma víðari, men tað gjørdi tað ikki.’’

 Hoyr lagid her:
bfan.link/dyed-my-hair-red
 
dyed my hair red credits:
Written by Jasmin Mote, Ella Öfwerman og Kristofer Cepovski
Produced by Kristofer Cepovski
Mix and mastered by Daniel Hedberg
Cover by Analogram
Graphics by Skrambul
 
Fylg jazzygold á sosialum miðlum her:

Facebook: https://www.facebook.com/profile.php?id=100089044463479
 
Instagram: https://instagram.com/jazzyygold
 
Youtube: https://youtube.com/@jazzyygold

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo