



Sagt var við VP fyrrapartin í sambandi við misálitið, sum skuldi leggjast fram í morgin, at tað var útsett tí millum annað Jenis av Rana er burturstaddur.
Hetta er ikki satt.
Fyri løtu síðani ringdi Jenis av Rana til VP við spurninginum:
- Hví skriva tit at eg eri burturstaddur, tá ið eg ikki eri tað?
VP greiddi so Jenis av Rana frá hví.
- Eg eri ikki burturstaddur, hatta er ikki satt, og eg ætli mær á tingfundin í morgin, sigur Jenis av Rana við VP.
Annars sigur Jenis av Rana at hann hevur fulla arbeiðsskrá í dag, og úr at gera og tí ikki stundir at vera burturstaddur.
VP orsakar at hava borið rong tíðindi um uttanríkis- og mentamálaráðharran Jenis av Rana.
Men í ferðafráboðan sum sæst niðanfyri stendur, at Jenis av Rana er burturstaddur í døgunum frá 31. oktober 2022 til 5. november 2022.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo