Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Farna hósdag var fyrsti fundur hildin í nýggju føroysku Útnorðurráðsnevndini. Í ráðnum eru limir úr øllum flokkum á Løgtingi.

Tey, ið manna føroyska ráðið, eru:

Henrik Old, umboð Javnaðarfloksins
Eyðdis Hartmann Niclasen, umboð Sambandsfloksins
Erling Eidesgaard, umboð Tjóðveldis
Bárður á Lakjuni, umboð Fólkafloksins
Karlot Hergeirsson, umboð Framsóknar
Jenis av Rana, umboð Miðfloksins

Á fundinum skipaði ráðið seg við Jenis av Rana úr Miðflokkinum sum formanni og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum sum næstformanni. Avtala er gjørd millum samgongu og andstøðu, at Jenis av Rana er formaður fyrstu tvey árini av valskeiðinum og Henrik Old seinnu tvey árini.

Sama dag var fundur í formansskapi Útnorðurráðsins. Talan var um netfund, og luttóku teir tríggir formenninir fyri íslendsku, grønlendsku og føroysku sendinevndina saman við aðalskrivaranum og teimum trimum landsnevndarskrivarunum.

Høvuðsevnið á hesum fundinum var Temaráðstevna Útnorðurráðsins, sum verður í Føroyum í døgunum 6.- 10. februar. Ráðstevnan verður á Hotel Hafnia og høvuðsevnið er matvøruveitingartrygd og sjálvbjargni í Útnorði.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo