Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skúlablaðið: Í vár er royndarskipan við ókeypis sálarfrøðihjálp til ung í aldrinum 15 til 35 ár við angist og løttum til moderatum tunglyndi sett í verk í trý ár.

Hetta er slóðbrótandi skipan, sum fer at gera mun, er landsstýrismaðurin við skúlamálum sannførdur um, men stóð tað til hansara, átti einki aldursmark at verið á, hvør fær hesa hjálpina.

- Tá ið tveir leiðandi yvirlæknar á Psykiatriska deplinum mæla til, at einki aldursmark eigur at verða á, hvør eigur at fáa hetta tilboðið, so eigur tað at verða lurtað og tikið til eftirtektar. Í hoyringarskrivi í sambandi við viðgerðina av málinum í løgtinginum vísa yvirlæknarnir á, at trupulleikarnir hjá teimum, sum tørvar hesa hjálpina, byrja ikki, tá ið tey eru 15 ár; tá er tað, sum tey dragast við, vorðið ein trupulleiki. Hví yvirhøvur seta aldursmark? Tilboðið er ein royndarverkætlan, gaman í, men tað er ikki nóg gott at taka henda spurningin upp aftur um trý ár, sigur Jenis av Rana við Skúlablaðið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo