Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hevur Jenis av Rana latið seg koppseta fyri at kunna røkja sítt arbeiði sum landsstýrismaður í uttanríkismálum?

Hevur hann verið í einum brúdleypi, har tíggjutals fólk seinni eru testað positiv fyri koronu?

Og um landsstýrismaðurin ikki er koppsettur, og hevur verið í áðurnevnda brúdleypi, hevur hann so verið í sóttarhaldi?

Ingilín D. Strøm, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, vil nú hava greið boð frá landsstýrismanninum í uttanríkismálum, Jenisi av Rana.

Les allan spurningin her

Tað var í grein her á VP í mai mánað, at landsstýrismaðurin varð spurdur um leysatíðindini um, at hann ikki ætlaði at lata seta koppseta, vóru sonn. Og tað váttaði landsstýrismaðurin.

Seinni hava fólk dúgliga gitt á sosialum miðlum, um landsstýrismaður virdi tilmælini um sóttarhald ella fór av landinum í arbeiðsørindum, ókoppsettur og uttan at hava verið í sóttarhaldi, og harvið útsetti onnur fyri smittu.

Hesum skal landsstýrismaðurin nú greiða frá í svari uppá fyrispurningin frá tingkvinnuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo