Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í sambandi við klaguna sum Umboðsmaðurin hevur viðgjørt um málsviðgerðina hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum viðvíkjandi setan av skúlastjóra í Vestmanna skúla, spurdi VP landsstýrismannin í mentamálum, Jenis av Rana, hvør viðmerking hansara er til málsviðgerðina hjá Umboðsmanninum.

Jenis av Rana sigur, at hann fegnast um, at vit hava ein slíkan vælvirkandi stovn, tí hetta er júst uppgávan hjá Umboðsmanninum, at fara inn í mál og vita um alt nú er farið rætt fram.

- Í hesum málinum er harmiligt at Umboðsmaðurin ikki er komin til eina endaliga niðurstøðu, tí Umboðsmaðurin ikki metir seg hava fingið nøktandi upplýsingar frá Mentamálaráðnum.

- Tí havi eg longu tosað við starvsfólk í Mentamálaráðnum og vit hava avgjørt at gera enn eina roynd at svara Umboðsmanninum og tað neyvari.

- Tað vil siga, at Mentamálaráðið hevur tikið átaluna hjá Umboðsmanninum til eftirtektar, sigur Jenis av Rana.

At enda sigur Jenis av Rana, at hann fegnast um, at Umboðsmaðurin ger greitt, at tað er landsstýrismaðurin sum hevur seinasta orðið í starvsetanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo