Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jenis av Rana, menta- og uttanríkismálaráðharri, hevur havt koronu og roknar við at hann verður aftur til arbeiðis týsdagin, um ikki sjúkugongdin verður verri enn hon er nú.

Jenis av Rana fekk staðfest koronu fríggjadagin, og hann sigur um sjúkugongdini, at hon hevur verið sum "ein klassisk influensa."

- Eg hevði eitt sindur av høvuðpínu, og pínu í kroppi og hálsi, og eitt sindur av fepuri í tveir dagar, sigur Jenis av Rana við VP.

Hann fekk staðfest koronu fríggjadagin, men longu hóskvøldið kendi landsstýrismaðurin á sær, at antin influensa ella korona vóru á veg.

- Og fríggjadagin vísti so kanningin, at eg hevði koronu, og at talan var um omikron, sigur Jenis av Rana.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo