Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Metingarnevndin hjá Norðurlandaráðnum metti, at Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy skuldi fáa umhvørvisheiðurslønina hjá Norðurlandaráðnum 2020 fyri sítt stóra íkast til at granska og miðla lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum.

Nevndin metti, at Jens Kjeld Jensen er eitt fyrimyndarligt dømi um, hvussu nógv ein ektað eldsál kann avrika. Í meira enn 40 ár hevur hann ótroyttiligur sett fjølbroytnið í føroysku náttúruni á breddan.

Í vikuni fekk Jens Kjeld eisini eina viðurkenning og heilsan við á vegnum frá borgarstjóranum í Havn. Annika Olsen segði m.a., at hon var ómetaliga stolt av, at tað hesaferð var ein borgari í Tórshavnar kommunu, sum fekk heiðurslønina.

Borgarstjórin takkaði Jens Kjeld fyri áhaldandi at miðla og upplýsa um náttúruna í kommununi, umframt eisini at ávara um ta hóttan, sum fremmandar plantur og dýr kunnu hava á okkara viðkvomu náttúru.

Og so fingu tey annars eitt gott prát um handfaring av planting og vespum og øðrum góðum í kommununi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo