Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í kvøld hevur Jens Martin Knudsen undirskrivað sáttmála við FC Hoyvík.

FC Hoyvík skrivar, at Jens Martin er sera spentur til uppgávuna, og at hann og felagið síggja ljóst upp á framtíðina.

Í løtuni verður arbeitt við at styrkja og víðka venjaratoymið hjá besta liðnum, umframt at arbeiðið av álvara verður byrjað at seta venjarar til øll lið felagsins, verður sagt.

Sáttmálin millum FC Hoyvík og Jens Martin Knudsen er galdandi í 3 ár.

Undrið og FC Hoyvík løgdu saman nýliga. Undrið leikti í 2022 í næstbestu deildini, meðan FC Hoyvík leikti í triðbestu deildini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo