Aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg, hitti í dag amerikanska forsetan Joe Biden í Hvíta Húsinum, og skiftu teir orð um støðuna í Ukraina.
Sambært Jens Stoltenberg so skulu londini í vesturheiminum fyrireika seg til, at kríggið í Ukraina verður drúgt.
- Vit skulu fyrireika okkum til eitt drúgt kríggj. Tí tað sum vit síggja nú er at hetta kríggið er vorðið eitt pøsingarkríggj, segði Stoltenberg sambært VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo