Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

JFK samtakið í Klaksvík hevði 30 milliónir krónur í vinningi í fjør. Tað skal samanberast við 9,3 mió kr árið fyri.

Við í samtaksroknskapinum eru dóttirfeløgini JFK Trol, JFK Seafood og Kvikk. Assosierað feløg eru Kósin og Malik Seafood Aps í Grønlandi. Samtakið eigur skipini Gadus, Stjørnuna, Polarhav, Safir, Smaragd, Grønanes og Kvikk.

Sambært Vinnuvitan.biz var nettosølan áleið tann sama sum í fjør, ella smáar 5 mió kr. Men tað er úrslitið av kapitalpørtunum sum veruliga sæst aftur. Tað var 14 mió kr í 2018 og 33,6 mió kr í fjør.

Fíggjarstøðan javnvigar við 343 mió kr og eginognin er 270 mió kr.

Um framtíðina verður sagt, at nýggja fiskivinnulóggávan, sum kom í gildi á nýggjárinum, gevur vinnuni tryggar karmar. Hinvegin áleggur hon eisini tilfeingisgjald á fiskiskapin í Barentshavinum, og tað førir við sær hægri kostna fyri kvotur í 2020 enn í 2019, sigur leiðslan í frágreiðingini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo