Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

JFK Trol hevur í dag keypt rækjutrolaran Arctic Viking frá P/F Líðini í Kollafirði.

Í september 2021 keypti JFK Trol ein part av P/F Líðini, tí feløgini høvdu felags áhugamál. Líðin og JFK Trol hava síðani samstarvað.

Samstarvið hevur gingið sera væl, og JFK takkar í hesum sambandi manning og leiðslu fyri gongdina higartil.

Í dag hevur JFK Trol so yvirtikið skipið frá  Líðini.

Um stutta tíð fer skipið á rækjuveiðu. Skipið fer framvegis at eita Arctic Viking, og tað fer at sigla við somu manning.

Arctic Viking hóskar væl til virksemið hjá JFK Trol, og tað er orsøkin til keypið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo