Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Nettosølan hjá samtakinum J&K Petersen Contractors Pf minkaði 10 mió kr í fjør og sama minking varð førd niður á botnlinjuna.

Úrslitið eftir skatt var 6,3 mió kr í fjør í mun til 16,6 mió kr í 2019. Men tað er annars ongin samanbering, tí nógvir útreiðslupostar eru á vegnum frá topp- til botnlinju, og hesir sveiggja allir sum vera mann henda- og handaveg.

J&K Petersen fáast serliga við stór anleggsarbeiði, eitt nú bygging av havnaløgum og líknandi.

Tað eru serliga dóttirfeløgini sum spjaða væl til raksturin. Uttan kapitalpartar var úrslitið hjá J&K Petersen Contractors Pf einans 78 tkr. Dóttirfeløgini eru eitt nú J&K Betong, J&K Ognir og Miðvágs Grót umframt eisini eitt dóttirfelag í Íslandi.

Fíggjarstøðan javnvigar við sløkum 130 mió kr og eginognin er við árslok 66 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo