Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Jóannes Nolsøe tilnevndur heiðurslimur í Álaborg
“Organistur føroyingafelagsins og álítandi limur. Jóannes hevur leingi stuðlað føroyingafelagnum í Aalborg og hevur hann lagt nógva fyrireiking og tíð í felagið. Hóast langa teinin allan vegin úr Skagen, so møtir hann trúfastur upp til tiltøk hjá felagnum.

Veitslurnar eru ikki tað sama uttan Jóannes, og vit gleðast um teirra luttøku og íkast til veitslurnar og tiltøkini. Felagið vil við hesum heiðursbrævi takka Jóannesi fyri hansara áhaldandi orku og jaliga lyndi. Vit takka somuleiðis fyri gott samstarv og vóna at góða samstarvið heldur áfram.”

Við hesum orðum varð Jóannes Nolsøe heiðraður av føroyingafelagnum í Aalborg og fekk sjálvur høvi at siga nøkur orð:  

Jóannes hugleiddi um Michalu Petri og siteraði pápa hennara við orðunum “Vi kan lade musikken forme os“.

Jóannes fortaldi okkum um ferð sína í Føroyum, og hvussu vakrar Føroyar vóru á at líta við orðunum “tindarnir vóru hvítir, sólin var blá við gráum skýkloddum“. Jóannes sang síðani fyrsta ørindi av Nú liggur ein kavafonn tindi á hjá Símuni av Skarði. 

Tónleikurin kann mynda okkum
Jóannes mintist aftur á túrin vestur á Eiðið, har ið hann hevði hugsað um, hvat mundi myndað føroyingar? Hann neyt áartuttlið og tað veldiga náttúruorgli har vesturi, men brádliga hoyrdi hann transistorradio.. Tað var ungdómurin á ítróttarskúlanum, sum hevði radio við sær út í náttúruna. Tá kom náttargalin hjá H.C. Andersen í huga: Tað var tann ektaði náttargalin, ið fekk deyða keisaran aftur til lívs. 

Jóannes helt, at tað var herligt at lurta og skoða, meðan brimið breyt, transtorradio skurraði og ungdómurin klintraði í fjøllunum. Tó meinti Jóannes, at tey ungu í dag mugu læra bæði, og hann segði: Tað kunstiga og tað sanna – tað var tann ektaði náttargalin, sum fekk keisaran at vakna“. Jóannes treiv so í annað ørindi av Tjaldur, ver vælkomið til okkum heim hjá Jákupi Dahl. 

Jóannes takkaði síðani føroyingafelagnum fyri gott arbeiði, samstarv og góðan mat. Hann var hugtikin av arbeiðinum, sum sjálvbodna nevndin gjørdi – ein nevnd, har ið nærum øll vóru lesandi. Jóannes ynskti Lisbeth til lukku við heiðursbrævinum og kom við einari skemtiligari viðmerking, sum fekk allan salin at skera í látur. 

Jóannes segði so: Stóra takk, túsund takk. Hetta var stórsligið! Orgulspæl hevur altíð verið ein stórur partur av mínum lívi. Tað hevur fylgt øgiliga nógv. Tað hevur altíð verið spennandi at koma í Klosterkirkjuna at fyrireika seg – samskiftið við Lisbeth, sálmarnir, venja sálmarnar, venja forspøl, venja præludium og venja postludium – vi kan lade musikken danne os, eisini brimið, aldututtlið, kvæðini: tað er ein serlig megi og ískoyti í Føroyum, sum okur eiga at seta prís á og vera takksom fyri. ” 

men je skal syngja væl við
Síðani var tað við sorgblídni, at Jóannes Nolsøe takkaði fyri seg. Hann fortaldi, at hann ætlaði sær á páskagudstænastuna 13. apríl, men tað var ikki sitandi við orglið: “men je skal syngja væl við – oh páskablóma – allar góðu páskasálmarnar, tann stóri skatturin, vit hava, ríkidømið, ja sálmaskatturin” segði Jóannes. 

Hann boðaði síðani frá, at hóast hann var givin at spæla, var hann ikki givin at hitta føroyingar, trivja kvæði ella givin at eta ræst kjøt. At enda sang hann fyri Langt burt frá øðrum londum hjá Gulaki Jacobsen. 

“Hvar enn tín fótur fjakkar, hvar enn tú festir búgv, 
ber altíð títt føðiland í minni; 
tí urtin hon følnar og verður ikki drúgv, 
er rótleysur stelkurin hin stinni. 
Bið gott yvir fólkið av fornari ætt, 
sum Guð hevur givið so dýran ein skatt:
At liva við friði í Føroyum.”

Lisbeth Solmunde Michelsen tilnevnd heiðurslimur í Álaborg
“Prestur føroyingafelagsins og trúfastur limur. Lisbeth hevur í áratíggju stuðlað føroyingafelagnum í Aalborg. Hon hevur eisini havt ein virknan leiklut í felagnum og hevur hjápt til at fyrireika ymisk tiltøk í felagnum. Lisbeth hevur lagt nógvar arbeiðstímar í felagið og hevur tað altíð verið ein fragd at verið áhoyrari til hennara gudstænastur, sum ikki uttan orsøk er eit tað besta tiltakið, sum felagið skipar fyri. 

Felagið vil við hesum heiðursbrævi takka Lisbeth fyri tær megnar íløgur, hon hevur lagt í felagið, og vit gleðast um, at hon altíð er at heita á, skuldi man trongt til eina hjálpandi hon. Vit takka somuleiðis fyri gott samstarv og vóna at góða samstarvið heldur áfram.”

Við hesum orðum varð Lisbeth Solmunde Michelsen heiðrað av føroyingafelagnum í Aalborg og fekk síðani høvi at siga nøkur orð. 

Lisbeth segði frá, at tað nú vóru 24 ár síðani, at hon byrjaði at hava gudstænastur í Klosterkirkjuni. Hon brosaði og segði, at tað var næstan silvurbrúdleyp. Lisbeth takkaði fyri matin og segði, at hann hevði smakkað so hoylt hoylt einanstandandi. Lisbeth greiddi síðani frá, hvussu hon fyri 24 árum síðani fór inn til Slagter Ole í Nørresundby at keypa kjøt. Hon hevði spurt slaktaran, hvaðani kjøtið var og hvar seyðurin mundi havt gingið. Slagter Ole hevði hugt uppá hana, sum um okkurt var heilt galið. At enda hevði hann bert svarað: “Vestbjerg Bakker” mest sum fyri at sleppa av við seg, helt Lisbeth fyri og brosaði. 

“Jeg vil ikke spise børnenes slik”
Lisbeth greiddi frá fyrstu ræstkjøtaveitsluni, sum hon og maðurin luttóku á. Hetta var í 70’inum, tá ið hon las í Århus. 

Hóast tey høvdu fingið greið boð um at taka buss nr. 3 og fara av við endastatiónina, funnu tey barasta ikki veitsluhølini: “Vit gingu omaneftir, og vit gingu niðaneftir. Vit gingu yvireftir og umaftur, men so sigur maður mín: NU kan jeg lugte det!“. 

Ja, mín sann, tað angaði eisini væl og ræst á Forchhammersvej 5-7 leygarkvøldið 16. mars 2019. Lisbeth greiddi frá, at orsøkin til, at maður hennara ikki var við hetta kvøldið, var stutt og greið: Hann hevði nevniliga sagt: “Jeg vil ikke spise børnenes slik“. 

Lisbeth viðmerkti síðani, hvussu røsk øll høvdu verið at etið vælsmakkandi kjøtið. Hon segði seg vera vísa í, at hevði tað verið 10kg. av røstum kjøti afturat, høvdu vit eisini etið tað upp. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo