Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sat í Løkshøll nú mikukvøldið og lýddi á borgarstjóran, unga listakøna kvinnu og systurson listamansins, bóka- og listsavnaran mikla, Petur Martin, sum við vælvaldum orðum dvøldu við meginevni kvøldsins: Jóannis Kristiansen og hansara lívsavrik.

Samstundis var stásiliga bókaútgáva Sprotans løgd fram í tveimum – onnur risastór og hin væl minni - um henda fræga, farna listamann Lorvíkar.

Hesi trý fólkini fluttu fram livandi umrøður um listaverk og lívsleið Jóannisar.

Um kanska okkurt fór framvið, so gjørdist hetta tó ein hugtakandi løta, sum onkursvegna bar meg út av tí algongdu leiðini um mál og eyðkenni listamansins og yvir í eitt hugarensl og eina stilla undran yvir hvussu listamaðurin velur at mynda hesar døkku húsaskjøldrarnar og landsløgini í dagsins dimmliga tvíljósi.

Listamansins serstøku litbrigdi og litaval av tí løgna løtu-dvøli, táið skýmingin so seigan sígur um landið.

Hetta, sum vit fyrr so væl kendu: at halda skýming, og sum tað unga el-ljós-signaða ættarliðið helst ikki á sama hátt kennir til, ið vit til aldurs komnu væl minnast - petroliumslampurnar sum einasta ljósbera.

Hesa fjálgu, sælu og andaktskendu sjónhvørving, táið litirnir sterku og smálutir dagsins bara líðandi hvørva yvir í eina skuggatilveru – eitt drálandi andarhald - táið dagur og kvøld fáligan fevnast, og meðan dimmið spakuliga fløðir út yvir landsløg og inn í køk og stovu, so hvørt sum dagslýsið dragnar og illýsið kvøldsins so stillan tekur yvir.

Hesi, fyrr so vælkendu kyrrindini, hevur Jóannis Kristiansen aftur og aftur fangað - bæði um bygdarløg, hús og hagalendi við - og fasthildið tey í dimmum, gráligum litbrigdum á ein heilt serstakan hátt.

- - - - - - - - -

Henda ørstutta viðmerking er bara í takklæti skrivað av einum vanligum eygleiðara, sum – um ikki annað – so tó - hevur fingið onkran ans og eitt forvitni til støðugt at undrast á, hvussu væl ið onnur gávurík fólk alsamt megna - við dygd og toli – at kveikja eina fagnarløtu í okkara alra gráliga gerandisdegi.

Arnstein Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo