Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Jobmatch: Starvsstevnan varð fyriskipað fyri fyrstu ferð í Føroyum í 2011, og tá luttóku 21 fyritøkur og stovnar. Síðani er talið av luttakandi fyritøkum og stovunum meira enn trífaldað, og fara 71 fyritøkur og stovnar at bjóða seg fram í Norðurlandahúsinum hósdagin 29. desember.

“Orsaka av korona hevur ikki borið til at havt Jobmatch í Norðurlandahúsinum seinastu tvey árini”, segði Katrin I Gregersen, samskipari í Vikuskiftissendingini fríggjadagin. “Í ár tykjast fyritøkur og stovnar at verða sera spent uppá at hitta vitjandi andlit-til-andlit. Harumframt er arbeiðsloysið metlágt, og tað man eisini verða viðvirkandi til stóra áhugan fyri Jobmatch” legði Katrini  afturat.

Kristina Arge og maðurin búðu í USA í 10 ár, og fyri tey var Jobmatch «hurðin» inn á føroyska arbeiðsmarknaðin. “Aftaná 10 ár í útlegd var okkara netverk í Føroyum avmarkað. Eg kom á tal við tríggjar ymiskar fyritøkur á Jobmacth, og tað var byrjanin til eitt starv í Føroyum” segði Kristina í Vikuskiftissendingini.

Til ber at kunna seg um størv, fyritøkur og stovnar á heimasíðuni jobmatch.fo, har ber eisini til at skráseta seg og bíleggja eitt ella fleiri jobprát.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo