Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað fór ikki stillisliga afturvið borðinum, tá amerikanski forsetin, Joe Biden, í eini røðu í Póllandi segði, at Vladimir Putin kann ikki verða sitandi sum forseti í Russlandi.

Fyrsta reaktiónin kom úr Kreml, har sagt varð, at tað er ikki upp til amerikanska forsetan at gera av, hvør ræður í Russlandi, tí tað gera russar. Men eisini diplomatar í Hvítu Húsunum vóru skjótir at skava útyvir og søgdu, at tað var ikki soleiðis meint.

Joe Biden sjálvur hevur nú gjørt greitt, at hann meinti tað sum hann segði, men at orðini standa fyri egna rokning.

- Eg taki onki aftur. Eg skal gera tað greitt, at hetta ikki var nakað boð um, at vit broyta okkara politikk á hesum økinum. Men eg takið mær persónligt tykni av støðuni, og tað vóru mínar egnu kenslur, sum eg tosaði um. Og tað fari eg ikki at biðja um umbering fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo