Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vælkendi sláturmeistarin í Miklagarði, Jørgen Jørgensen, fekk mánadagin 4. januar 2021 Den Kongelige Belønningsmedalje fyri trúgva og drúgva tænastu eftir 43 árum í starvi. Samstundis hevur sláturmeistarin, sum var fyrsta starvsfólkið í SMS í 1977, valt at leggja frá sær vegna aldur.

Niels Mortensen, stjóri í SMS, handaði vegna drotningina Jørgen Jørgensen Den Kongelige Belønningsmedalje á afturlatnari móttøku í Miklagarði.

Kongaliga heiðursmerkið verður givið starvsfólkum í privatum fyritøkum, ið hava starvast 50 ár á sama stað, ella sum fara úr starvi eftir minst 40 árum á sama stað.

Jørgen Jørgensen varð settur í starv í september 1977. Hetta var ein mánað, áðrenn sølumiðstøðin, SMS, læt upp. Tá hann byrjaði, var ikki nógv søla av feskum kjøti í Føroyum. Tað kjøtið, ið var, var slaktað og hagreitt her – t.d. fuglur, fiskur, seyður, hvalur og hendinga sjáldan neytakjøt.

- Jørgen var ein av teimum fyrstu at innflyta feskt kjøt, og hann hevur harvið verið við til at víðka kulinariska sjónarringin hjá føroyingum. Vit ynskja Jørgen hjartaliga tillukku við kongaliga heiðursmerkinum og takka honum fyri megnararbeiðið, hann hevur avrikað hesi 43 árini, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.

Rasmus Konggaard yvirtekur leiklutin hjá Jørgen Jørgensen. Hann hevur starvast í slaktarínum í Miklagarði seinastu 14 árini, og hann hevur sostatt drúgvar royndir innan slakt og framleiðslu.

- Rasmus Konggaard hevur arbeitt saman við Jørgen í nógv ár, og hetta kemur óivað til sjóndar í arbeiðinum á slaktarínum, hóast Rasmus eisini uttan iva fer at seta sín egna dám á framleiðsluna og menningina, sigur Niels Mortensen.
Vinalig heilsan

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo