Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Røðan, sum Jørgen Niclasen, fíggjarmála- og samferðslumálaráðharri, helt tá ið síðsta skotið var latið av í Sandoyartunlinum:

Í dag er ein heilt serligur dagur í okkara samferðslusøgu.

Tað mundu vera fleiri sum spáddu, at hesin dagurin aldri fór at koma. At ein undirsjóvartunnil til Sandoynna aldri fór at gerast veruleiki. Tað var ov dýrt, tað búðu ov fá fólk í Sandoynni, og Teistin var eitt ivaleysa gott skip.

Men tíðirnar broytast. Eisini meiningar. Og við einari góðari blanding av dynamitti, treiskni og telving eru vit nú komin til dagin, tá seinasta salvan av dynamitti verður skotin í tunlinum.

-----

Í oktober 2013 fekk eg sum landsstýrismaður litið upp í hendi at umsita samferðslumál. Hetta var eftir at privata tunnilsloysnin við Eysturoyartunnlinum var kollsigld. 

Eg valdi at kalla allar flokkar á tingi til samráðingar.

Vit vóru í kjallaranum á Albert Hall. Tað var gott, at vit valdu ein tungan bygning at fundast í, tí sjónarmiðini vóru ógvuliga ymisk, og bylgurnar gingu høgt. Bara úr Sandoynni vóru trý umboð við borðið - Gerhard Lognberg, Brandur Sandoy og Páll á Reynatúgvu. Allir stutt fjús og nógv dynamitt.

Har vóru eisini tey, sum hildu tað vera ørskapur at gera undirsjóvartunlar fyri milliardir. Onnur hildu, at ein Sandoyartunnil var alt ov kostnaðarmikil til so fá fólk. Uppaftur onnur hildu tað fullkomiliga óneyðugt at gera ein Eysturoyartunnil, tí har var samband frammanundan.

Og so var tað formurin: Skuldu vit gera eina privata loysn, alment/privat projekt, alment partafelag ella almennar tunlar?

Sum vikurnar gingu, rann spakuliga saman millum stríðandi partarnar. Eftir 3 mánaðar samráðingar brast fyri nevi í januar 2014. Semja var millum allar flokkar á Tingi. Og tað semjuna skjóta vit endaliga ígjøgnum í dag. 

-----

Í dag er øgilig kapping at fáa vegir og tunlar. Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið í Føroyum.

Heilt fram til fyrst í 1900-talinum var veganetið í Føroyum munandi verri útbygt enn í grannalondunum. Og føroyingar vóru als ikki spentir upp á at fáa vegir.

Í bókini um søguna hjá Landsverki kunnu vit lesa, at nógv vóru øgiliga ivingasom um at fáa vegir og nýggjar hentleikar sum hestavogn og hjólbøru. Hetta var av tí ónda og gjørdi fólk arbeiðsleys. Tá vegastrekkið fram við Leynavatni skuldi gerast, hóttu menn við arbeiðssteðgi, tí arbeiðsformaðurin hevði verið hjá Valdemar Lutzen og keypt eina hjólbøru fyri at lætta um arbeiðið.

Og í Havn var skilið ikki mætari. Har noktaði kommunustýrið eitt skiftið monnum at koyra torv við hestavogni, tí vegirnir vóru gjørdir til fólk at ganga eftir - og ikki til ross og vognar.

Tá tingmenn í 1905 viðgjørdu uppskot um vegagerð, vóru tað fleiri sum søgdu, at koyrivegir ongantíð fóru at hava nakran avgerandi týdning í Føroyum, tí havið var landavegur føroyinga.

Á ein hátt høvdu hesir skeptisku tingmenninir rætt, men upp á ein heilt annan máta, enn teir høvdu ímyndað sær. Tí Skopunarfjørður fer at vera landavegur okkara, men hesin vegurin liggur undir havinum.

Annars var vegurin millum Sand og Skopun fyrsti vegur millum bygdir í Føroyum. Hann var liðugur í 1916 – seks ár áðrenn fyrsti bilurin kom til Føroya. So tit vóru rættiliga frammi í skónum her suðuri.

-----

Áðrenn post- og mjólkarbátarnir fóru at sigla, gekk sandoyarleiðin millum Kirkjubø og Skopun í árabáti.

Skopun varð bygd, tí økið var knútapunktið í flutninginum millum Streymoynna og Sandoynna. Embætismenninir í Havn strongdu øgiligt á fyri at fáa fólk at búseta seg í Skopun, so ferðafólk – allarhelst fyrst og fremst teir sjálvir - fingu tak yvir høvdið, áðrenn tey skuldu víðari.

Tað er hvørja ferð líka imponerandi at hoyra frásagnir um, hvussu nógv teir gomlu løgdu fyri, bæði til flutning, útróður og doktaraferðir.

Edvard Hjalt skrivar í Sands Søgu, at ein doktaraferð hjá sandingum kundi taka einar 20 tímar. Fyrst fóru menn til gongu til Skopunar og róðu síðani til Kirkjubøar. So fóru teir kvikastu av manningini skundisliga til gongu til Havnar eftir læknanum.

At fáa læknan suður til Kirkjubøar var ikki bara-bara, tí har skuldi nógv berast: Medisinkuffert, klædnakuffert og teppir, har læknin kundi liggja á ferðini. Og so at rógva suður aftur til Skopunar, og síðani til gongu við læknanum til Sands. Men tá var ferðin bara komin í helvt, tí so skuldi læknin allan vegin aftur til Havnar. So hetta var eitt ófatiligt knoss.

Lat okkum minnast hesar kempur, tá vit sita í okkara heitu bilum og smá-knarra um, at hátalarin ikki ljóðar nóg gott, ella at vindeygaviskarin er við at fara.

-----

Eg havi javnan vitjað í Sandoynni, og tað er serliga ein túrur, sum eg minnist væl.

Sum tannáringar tíðliga í 80-unum skuldu vit í orkestrinum Tarok til Sands at spæla til dans. Ongin av okkum hevði koyrikort, so vit fingu pápa at koyra okkum við einum lítlum lastbili við presending yvir lastina. Ljóðføri og vit dreingir í lastina og so avstað til Oyragjáar. Har kom Sam og vit umborð. Vit tóku ljóðføri fram og settu okkum at spæla og syngja í lastini. Har vóru nógv fólk, sum júst vóru komin við flogfarinum. Tey hildu hetta var serlig móttøka at koma til landið. 

So upp á Vestmannavegin og so Oyggjarvegin. Á Busatanga høvdu vit leigað ein neytakassa frá Strandferðsluni. Øll ljóðførini blivu handað niður í neytakassan og so hivað umborð á Rituna.

Tað var heldur buldrasligt um Kirkjubønes, so har spældu trummurnar sjálvar í neytakassanum. Á Skopunarkaj stóð vørubilur fyri okkum. So eftir drúgvan túr kundu vit gera klárt í Virkinum á Sandi. 

Tað var smekkfult av fólki í dansi, og lagið var gott. Men so hendi nakað løgið, tá ið dansurin var liðugur. Øll fóru út, og tað gekk bara ein lítil løta, so komu øll konufólkini innaftur. Tær hildu tað vera best, at vit eisini vóru innandura, “tí hetta tekur bert eina løtu”, sum tær søgdu. 

Gjøgnum gluggan síggja vit eina rúgvu av monnum takast. Hetta minti um tekniseriu, har allir vóru í einum trunka, har onkur armur og okkurt bein stakk út av og á. Vit skiltu, at hetta var púra vanligt. Skopuningar og Heimsandsmenn skuldu seta hvønn annan upp á pláss.

Tað gingu neyvan meir enn 10 minuttir, so var friður, og hurðar latnar upp aftur og øll til hús. Hetta sama hendi leygarkvøldið. Eftir tvey væleydnað kvøld á Sandi, gekk drúgva leiðin vesturaftur. Ljóðførini, neytakassin og vit. 

-----

Farleiðin er broytt nógv síðan tá og næsta ár enn meira. Tá verður tann stóra løtan, tá Sandoyartunnilin letur upp fyri almennari ferðslu, og hetta er ein dagur, sum eg trúgvi at allir føroyingar gleða seg ómetaliga nógv til.

Eg fari at takka tykkum, sum so hegnisliga hava staðið fyri arbeiðinum at bora tunnilin og ynskja tykkum allarbestu eydnu við tí, sum eftir er at gera.

Fari at enda við at siga Harriet takk fyri at hon hevur skotið okkum inn í framtíðina.

Takk fyri

Jørgen Niclasen, Landsstýrismaður.
03.02.22

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo