Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í døgunum 18. til 22. feb. hevur Jógvan Kristiansson Glerfoss listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hetta er næsta persónliga framsýning hjá Jógvani síðani hann av álvara fór at mála á vári 2019.

Jógvan er útbúgvin teldufrøðingur - við hjágrein í filmsvísund - á lærda háskúlanum í Keypmannahavn.

Jógvan starvast dagliga sum stjóri í KT-fyritøkuni Klintra í Havn. Umframt virkin listamálari, er Jógvan virkin venjari hjá børnum og ungum í frælsum ítrótti í Bragdinum í Havn.

Á framsýningini verða áleið 30 málningar.

Fernisering verður fríggjadagin 18. feb. frá kl. 16 til 19.

Opið er soleiðis:

Fríggjadagin        18. feb. kl. 16-19.
Leygardagin        19. feb. kl. 14-18.
Sunnudagin         20. feb. kl. 14-18.
Mánadagin          21. feb. kl. 15-18.
Týsdagin             22. feb. kl. 15-18.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo