Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Valurslit.fo: Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin, og Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, stilla hesaferð upp til fólkatingsval fyri 10. ferð upp í slag.

Tey bæði stillaðu upp fyrstu ferð í 1990.

Ta ferðina fekk Jógvan á Lakjuni 85 atkvøður, og Annita á Fríðsriksmørk fekk 204 atkvøður.

Besta persónliga fólkatingsvalið hjá Annitu á Fríðríksmørk var í 2007, tá ið henni eydnaðist at fáa 625 persónligar atkvøður.

Jógvan á Lakjuni gjørdi besta persónliga hálið á seinasta fólkatingsvalið í 2019 við 481 persónligum atkvøðum.

Trý valevni, sum bjóða seg fram hesaferð, stillaðu eisini upp til fólkatingsval í áttatiárunum.

Fyrsta fólkatingsvalið hjá Henriki Old, Javnaðarflokkurin, var longu í 1984. Fólkatingsvalið hesaferð verður hansara níggjunda í alt.

Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin, stillaði upp til fólkatingsvalið í 1987. Fólkatingsvalið hesaferð er hansara áttanda í røðini.

Bill Justinussen, Miðflokkurin, var fyrstu ferð valevni til eitt fólkatingsval í 1988. Ta ferðina stillaði hann upp fyri Kristiliga fólkaflokkin, Føroya framburðs- og fiskivinnuflokkin. Valið hesaferð er hansara sjeynda fólkatingsval.

Sí valurslit.fo her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo