Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Donsku hondbóltsharrarnir vunnu í kvøld móti Belgia í fyrsta dystinum í HM-endaspælinum, sum verður hildið í Svøríki og Póllandi í hesum døgum.

Talan gjørdist um ein tryggan danskan sigur. 

Danmark vann dystin 43-28, eftir at støðan í hálvleikinum hevði verið 22-15 til danir.

Mikkel Hansen var toppskjútti hjá dønum við tíggju málum, meðan føroyski Jóhan á Plógv Hansen fekk eitt mál.

Føroyavinurin Hans Lindberg fekk tvey mál í dystinum.

Danmark er í bólki H saman við Bahrain, Tunesia og Belgia. 

DR hevur givið donsku leikarunum støðumet fyri avrikið í kvøld, og miðalkarakterurin fyri alt liðið er 6,4 á 7-trinsstiganum.

Jóhan á Plógv Hansen fær eitt 4-tal fyri sítt avrik. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo