Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

07 Vestur: Tá ið vit í fjør spældu móti EB/streymi, var Jóhann Hansson Joensen ein støðug hóttan á vonginum. Hann er sera driblisterkur, hevur ferð, og dugir væl at plasera seg. Hann er ein sera búgvin spælari, hóast hann einans er 20 ára gamal. 

Jóhann er uppvaksin í Havn, har hann hevur spælt á ungdómsliðunum hjá B36. Hann hevur spælt nakrar dystir á besta liðnum, og nógvar dystir í 1. deild. Eitt skifti var hann í danmark og spældi við Sønderjyske. Í fjør byrjaði hann inni allar dystirnar hjá EB/streymi. So talan er um ein sera stabilan leikara. 

Í Jóhann hava vit eisini fingið ein landsliðsleikara afturat. Hann hevur spælt við øllum ungdómslandsliðunum hjá Føroyum, seinast við U21. 

Vit bjóða Jóhann hjartaliga vælkomnum og vóna, at hann fer at trívast væl her vesturi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo