40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Í dag 21. juli verður mín elskaða mamma, Jóhanna Maria Durhuus, 70 ár. Foreldur hennara vóru Inga og Mikkjal Samuelsen. 

Tú og babba búsettust í okkara deiliga heimi í Perskonugøtu undir liðini á foreldrunum, sum tú tíverri misti alt ov ung. Heimið hevur altíð verið okkum ein tryggur frístaður, har títt hjálpsemi og røkinskapur hava myndað míni ríku barna- og ungdómsár, og har nógvir gestir hava verið á gátt og notið ein góðan drekkamunn.

Longu á skúlabeinki gjørdi tú títt ítarsta, og høvdu umstøður og midlar loyvt tí, hevði førningurin borið teg langt. Eftir realskúlan fór tú í læru í Føroya Banka og starvaðist har í 28 ár. Tú var í starvi á Akstovuni í 10 ár og fór síðani í starv í Eik banka í 10 ár. Tú hevði á orði, at tær dámdi betur at fáast við pengar enn bilar. Í øllum hesum, var tú eitt satt álitisfólk.

Hjartagóð lýsir teg væl. Tú vísir stórt hjálpsemi og hevur umsorgan fyri øðrum, og tú kýtir teg í øllum tú gert, hetta fyri at gleða onnur. Eisini ert tú ein sannur djóravinur.

Bringureyði, ið plagar at standa undir liðini á tær, tá tú arbeiðir í havanum, fitti frensurin, ið verður kjúklaður um, og enntá gásarungarnir, ið komu ov seint út úr eggunum, og tí blivu klaktir á vesigólvinum, høvdu kunna sagt frá hesum, kundu tey tosað :)

Røsk og arbeiðsom hevur tú altíð verið, og sterk sum fáur. Tað er ikki smávegis grót og spannir, tú hevur borið, tá fríðkað verður um í havanum. 

Mamma, tú ert gløgg, lítillátin og dugir væl at umgangast fólk. Tú ert uppmerksom og fylgir væl við familjuviðurskiftunum, nær hvør hevur merkisdag osfr. 

Og altíð ert tú klár at flenna. Títt lætta og káta lyndi er eyðkent, og altíð møtir tú einum fremmandum eins og einum vini.

Tú dugir so væl til hendurnar og er nærmast kend fyri tínar frálíku køkur, tebirkis, daimísar og smákøkur. Tað er ikki smávegis bakstur, ið er farin út av húsinum gjøgnum árini. Eg minnist so væl løturnar, tá eg slapp at sita í horninum á køksborðinum og sleikja skeiðir og pískirísina. Tað kemur javnan fyri, at eg má sláa upp á tráin og biðja um góð bakiráð.

Títt nærlagni kemur so sanniliga eisini til sjóndar í teimum hundraðtals pløggum, ið tú hevur bundið mær.

So fjálgt var at fáa bleytan pakka sendandi til Dalslandsgade 8, tá vit vóru niðri í lestrarørindum. Nevnast kunnu eisini fyrikløð, turrikløð og vestar, ið tú so meistarliga hevur broderað allari familjuni til føroyska búnan; hetta eru sannir dýrgripir. Hjá tær verður einki hálvgjørt, tú bleiv enntá spurd um at undirvísa í brodering.

Tolin hevur tú sitið og repiterað málfakini saman við okkum, so allar týsku grammatisku ramsurnar, sponsku stuttsøgurnar og enntá latínska ablativið hevur tú nomið. Ja, altíð ert tú til at heita á. Títt uppofrandi lyndið er fyrimyndarligt, tá tú altíð setir onnur fyrst.

Gávur hevur tú eisini til at skriva og yrkja, og hevur tú skrivað eitt ótal av sangum til merkis- og hátíðardagar.

Frá heilt ungum árum hevur samkoman í Ebenezer verið títt andaliga heim, og hevur tín partur heldur ikki ligið eftir har. So klárt stendur fyri mær tá tú gjørdi meg klára til sunnudagsskúlan, og vit søgdu minnisørindi í felag. Alt dýrabær minni. 

Nógv annað kundi verði nevnt, men við hesum fáu orðum vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku við stóra degnum, góða mamma, og takka fyri alt tú gert og ert fyri meg og okkum.

Ingunn

Føðingardagin er hon burturstødd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo