Johannes Jensen, stjóri í Gist&Vist samtakinum, og Mikkel Bjergsø, sum er mest kendur frá Mikkeler bryggjarínum, skulu hjálpa grønlendska gistingarhúsinum Hotel Arctic at koma á kósina aftur, eftir at korona í fjør gjørdi at sølan minkaði við 57 prosentum.
Tað gera teir við at koma inn í nevndina í Hotel Arctic, sum er partur av Air Greenland samtakinum, og í nógv ár hevur verið eitt av størstu og best umtóktu gistingarhúsunum í Grønlandi.
Hotel Arctic liggur í Ilulissat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo