Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Stjórin í Gist & Vist PF, Johannes Jensen, hevur sent tíðindaskriv út, eitt slag av frágreiðing um árið ið fór, sum verður endurgivið niðanfyri:

Árið 2020 hevur í mangar mátar verið eitt álvarsligt og sermerkt ár fyri Gist & Vist.

Á gáttini til 2020 sá framtíðin sera bjørt út fyri Gist & Vist og fyri alla ta føroysku ferðavinnuna sum heild.

Men so kom korona, sum skuldi vísa seg at hava álvarsliga og neiliga ávirkan á føroysku ferðavinnuna og harvið á Gist & Vist, og í ávísan mun eisini á samfelagið sum heild.

Álvari í støðuni sæst aftur í tølunum. Ársúrslitið í 2019 var met stórt, 12,8 mió. kr., undirskotið íroknað koronustuðulin í 2020, -10,2 mió. kr., er størsta undirskot í søgu felagsins.

Samstundis er talið av starvsfólkum nógv lækkað munandi í 2020.

Nógvar av deildunum hjá Gist & Vist hava havt stongt ella bert partvíst opið í 2020. Bæði vegna korona-tilmælini frá myndugleikunum, men eisini tí at fólk ikki í sama mun hava havt hug at samlast til størri tiltøk við teimum avmarkingum, sum hava fylgt av koronu.

Í 2020 hevur Gist & Vist fingið 10 mió.kr. í almennum korona-stuðli. Felagið harmast um at noyðast at taka í móti almennum stuðli, men heldur samstundis at tað almenna átti at stuðlað vinnunum, sum eru hart raktar av corona, í størri mun enn, hvat hevur verið gjørt.

Árið 2020 hevur eisini havt nøkur góð viðurskifti við sær.

Hotel Føroyar
Í juni 2020 vóru fyrstu kømurini í nýggja partinum av Hotel Føroyum tikin í nýtslu og seinni á árinum vóru tey í alt 71 nýggju kømurini liðug og rakstrarklár. Hotel Føroyar hevur nú í alt 200 kømur, harav 15 svitur, 16 kømur til fólk, sum bera brek, 18 familjukømur við køksnichu og 151 vanlig hotelkømur.

Við hesi útbygging, sum eisini fevnir um eina nýmótansgerð av matstovuni og lobby- og fundarøkinum, verður Hotel Føroyar tað størsta og best útgjørda hotellið í Føroyum.

Útbyggingin av Hotel Føroyum hevur gingið sera væl, og vit hava fingið tað produkt, sum vit ynsktu, bæði hvat viðvíkur funktión, góðsku, byggikostnaði og byggitíðarætlanini.

Við nýggju útbyggingini av Hotel Føroyum ræður samtakið Gist & Vist yvir í alt 268 hotelkømur, og er felagið væl tilreiðar, tá ferðavinnan aftur tekur dik á seg.

Vit eru sera glað fyri, at byggjaríið hepnaðist so væl, og gevur hetta okkum dirvi til at halda áfram við okkara íløguætlanum.

Vælveruhúsið
Fyrsta stigið, sum stendur fyri framman, er at byggja vælveruøkið inni á Hotel Føroyum. Tað verður ætlandi liðugt og klárt at lata upp í juni í ár. Næsta stigið verður so at byggja sjálvt Vælveruhúsið frammanfyri Hotel Føroyar. Tað verður væntandi liðugt á summri í 2022.

KOKS
Harnæst er ætlanin at fremja nýggju staðsetingina hjá KOKS við Fossdalsgjógv í verk. Støðan í løtuni er, at Tórshavnar Kommuna hevur samtykt broyting í byggisamtyktini fyri økið, og liggur henda avgerð nú til almenna hoyringar. Okkara vón er, at nýggja KOKS verður liðugt í 2023.

Tá henda verkætlan við eini nýggjari staðseting av KOKS er liðug, koma vit væntandi at hava nakað, sum er í heimsflokki og sum fer at fáa uppmerksemi víða og hvar. Okkara vón er, at fólk, eisini í nærumhvørvinum, fara at taka nýggja KOKS, ið verður bygt og rikið bæði umhvørvisvinarligt og burðardygt, til sín og bakka upp um hesa serstøku perlu.

Væl fyri
Bæði í sambandi við korona-kreppuna, men eisini í sambandi við okkara framhaldandi menning og útbygging av felagnum eru vit fegin um, at fíggjarstovnar, eigarar og onnur bakka upp um felagið og fígging av íløguætlanunum, sum allar verða gjørdar við buradyggari vinnu fyri eyga, bæði fíggjarliga, í góðskuhøpi og umhvørvsliga.

Óvist er, hvat 2021 hevur at bjóða. Útlitini eru rímilig, millum annað tá hugsað verður um korona-vaccinuna. Men hvussu langur korona-tunnilin verður, er ilt at meta neyvt um.

Tí er at fegnast um, at felagið er væl fyri fíggjarliga og við góðari hjálp frá eigarum og fíggjarstovnum er sterkt og búgvið til at standa ímóti, um korona-kreppan skuldi vart longri enn vit vænta, sum er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo