Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

KJlaksvíkar kommuna: Klaksvíkar býráð hevur tikið avgerð um at seta John Syderbø í starvið sum vinnu- og mentanarstjóri í Klaksvíkar kommunu. 13 umsóknir vóru til starvið.

John Syderbø er 46 ára gamal og er útbúgvin búskaparfrøðingur. Hann arbeiðir í løtuni, sum sjálvstøðugur ráðgevi.

John hevur leitt nógvar menningarverkætlanir, bæði hjá tí privata og kommunala. Hann hevur breitt innlit í vinnulív, og hevur eisini innlit og royndir við leiðslu og fyrisiting í kommunalari fyrisiting.

Áður hevur John Syderbø m.a. starvast sum marknaðar og produktstjóri hjá Føroya Tele frá 2015 – 2021.

John Syderbø byrjar í starvinum mánaðarskifti oktober/november 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo