Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Framsýningin leggur dent á jólini og tað, tú kundi keypa á jólum fyrr í tíðini. Hesin parturin av framsýningini fevnir serliga um árini 1930-1959. Harumframt er ein partur, ið lýsir jólini heima í 1960-árunum. Henda framsýning byrjar niðriundir og heldur fram á balkongini.

Vit síggja millum annað mótan í hesum tíðarskeiði, hvønn tónleik fólk lurtaðu eftir og hvørji bløð fólk lósu. Eisini eru leikur av ymsum slag og aðrir lutir, ið lýsa heimalívið tá á døgum.

Framsýningin verður stuðlað við myndum, lýsingum og tekstum úr bløðum. Eisini er eitt jólatræ við gomlum jólapynti at síggja.

Tað verður møguligt hjá børnum at lita myndir og klippa jólapynt.

Vit bjóða karamellur til vaksin og børn.

Framsýningin er opin kl. 14-18 allar dagar í viku fram til jóla og aftur 28., 29. og 30. desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo