Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sunnudagin 29. november frá klokkan 15.00 til 20.00 - Tiltakið er ætlað sum ein hugnaligur dagur fyri alla familjuna.

Hava tit eitthvørt heimagjørt - jóladekoratiónir,  okkurt bundið, jólakort, heimagjørt góðgæti, súltutoy, ella annað at selja, kunna tit koma og selja frá jólasølutorginum.

Børnini kunna gera ymisk jólaprýði, jólakort, ”til&frá” merkir, glaskrukkur o.a

Frá klokkan 16.00 til 19.00 tekur Herfinn myndir av familjuni til jólakortið 2015.

Góður jólatónleikur verður at hoyra og vit fáa vitjan av jólavættrinum

Til frama fyri neystið selur SÍF kaffi / te og rís a la mande, kleynur, holukøkur og brendar mandlur og annað.

Øll eru hjartaliga vælkomin at hyggja eftir neystinum, nú 1. byggistig er liðugt og neystið er tikið í brúk.

- Eisini er forvitnislig myndaframsýning av kappróðri í Sandavági gjøgnum tíðirnar og frá Vestanstevnuni 2015.

SÍF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo