Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Posta gevur á hvørjum ári út jólamerki, har ágóðin av søluni fer óskerdur í Jólamerkjagrunnin, sum stuðlar verkætlanum til frama fyri børn og ung.

Í ár hevur Heiðrik á Heygum teknað jólamerkini og hevur hann valt at kalla útgávuna “Jól í miðøld”.

Listamaðurin sigur soleiðis um jólamerkini:

- Føroyar hava sera unga listasøgu, og fyri 1850  varð mestsum onki hvørki teknað ella málað í Føroyum. Tí er miðaldarlist ikki til í føroyskum høpi, og eg helt tað vera stuttligt at spæla við tankan um, hvussu hetta tíðarskeiðið í føroyskari søgu kundi sæð út. Av tí at talan var um jólamerki, var sjálvsagt at tekningarnar eisini skuldu hava ein jólaligan dám.

- Stílurin, eg havi brúkt, er úr trettandu øld. Eg havi fingið íblástur frá teimum gomlu bókunum, ið munkarnir teknaðu. Tó havi eg koyrt modernað føroysk eyðkenni í. T.d. eru føroyski búnin, maturin, báturin o.s.fr. við, tí tey eru serstøk fyri Føroyar. Ramman um merkini er eitt mynstur úr føroyska mannfólkabúnanum, tó við eini jólastjørnu sum blómu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo