Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Tórshavn.fo: Aftur í ár koma jólamennirnir á vitjan, og við góðari hjálp frá børnunum á Vaglinum fara teir at tendra jólatræið, sum er ein gáva úr Reykjavík. 

Harafturat eru fleiri onnur hugnalig tiltøk at gleða seg til í desember. Her sært tú nøkur av teimum. Endaliga skráin verður kunngjørd seinni.

Tiltakið Barnajól verður leygardagin 4. desember. Hetta er eitt tiltak, sum Margarinfabrikkin skipar fyri, og sum frá líður fara vit eisini at hoyra meira um hetta tiltakið.

Leygardagin 11. desember kemur jólaskipið inn á Vágsbotn við øllum jólamonnunum, sum gleða seg at sleppa at heilsa uppá øll børnini í Føroyum. Við sær hava teir sjálvandi eina rúgvu av karamellum.

Jólabýurin letur upp aftur í ár. Hurðarnar verða ólæstar, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið og síggja jólaprýddu smátturnar, sum børnini í Frítíðarskúlanum á Argjahamri hava prýtt. Eisini koma jólamenn í býin á rossabaki. Hetta verður sunnudagin 19. desember.

Afturat hesum fara handlar í býnum og SMS at hava leingi opið í jólavikuni, ein rúgva av jólatónleiki verður í býnum og sjálvandi eisini jólamenn við karamellum.

Og í Tinghúsgarðinum verða sølubásar, har tú hevur møguleika fyri at keypa tær kakao og annað gott. Vakri pallurin verður eisini at síggja í Tinghúsgarðinum við fleiri forvitnisligum framførslum í jólamánaðinum.

Skráin yvir øll tiltøkini í desember verður kunngjørd seinni. Tað er Visit Tórshavn, sum aftur í ár samskipar Jól í Miðbýnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo