Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Jón Magnus Joensen hevur málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík frá fríggjadegnum 9. des til og við mikudagin 14. des.

Myndevnini á framsýningini eru frá Tórshavn. Teir umleið 40 málningarnir, stórir og smáir, lýsa høvuðsstaðin á ymsan hátt. Herumframt eru náttúrumyndevni málaði á pappír.

Jón hevur havt nógvar málningaframsýningar seinastu góðu tríati árini, harav fleiri í Smiðjuni. Jón hevur málað nógv heilt frá ungum árum. Hann hevur verið á listaháskúla í Danmark.

Framsýningin letur upp nú fríggjadagin kl. 15.

Opið hesar tíðir:

Fríggjadagin kl. 15-18
Leygardagin kl. 10-18
Sunnudagin kl. 14-18
Mánadagin kl. 10-17
Týsdagin kl. 10-18
Mikudagin kl. 10-18

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo