Á nevndarfundi í morgun hevur nevndin í Føroya Arbeiðsgevarafelag skipað seg.
Jón Sigurdsson er nýggjur formaður, meðan Høgni Hansen heldur fram sum næstformaður.
Jón Sigurdsson er stjóri og stovnari av byggifyritøkuni Articon, og hevur sitið í nevndini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag síðani 2004.
Jón Sigurdsson avloysir Boga Jacobsen sum formann, sum á aðalfundinum ikki tók við afturvali til nevndina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo