Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Henda mánaðin hevur listakvinnan, Jóna Birgit Nattestad, framsýning í Eik Banka.

Jóna Birgit byrjaði at mála í 2006 og spenna hennara listarverk víða; alt frá landskapi til abstrakt. Íblásturin fær hon altíð úr føroysku náttúruni; bæði litir og skap.

Serliga hava portrett hennara stóran áhuga, har andlitini fáa sítt egna skap og úttrykk.

Teir minnu málningarnir á vegginum eru báðir við áblástri úr Gásadali, har Jóna Birgit sum 16 ára gomul búdi  í eitt ár, meðan hon var lærari har. Hon vendir javnan aftur hagar at finna íblástur og friðin í náttúruni.

Jóna Birgit hevur luttikið á nógvum skeiðum bæði uttanlands og í Føroyum. Eisini hevur hon havt fleiri sjálvstøðugar framsýningar eins og hon undirvísir børnum á kvøldskúla.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo