

Amerikanski filmsleikstjórin, sum í 1991 gjørdi kenda og stílskapandi ræðufilmin Silence of the Lambs við Anthony Hopkins og Jodie Foster í høvuðsleiklutunum, er deyður 73 ára gamal.
Tað skrivar IndieWire í dag.
Fyri filmin fekk hann eina Oscarvirðisløn sum besti leikstjóri.
Jonathan Demme gjørdi eisini aðrar sermerktar filmar, sum til dømis Stop Making Sense (1984), sum var ein konsertfilmur við Talking Heads.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo