Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sørvágs Ítróttarfelag hevur havt aðalfund og valt nýggja nevnd. SÍ er skipað við eini starvsnevnd, sum telur 3 nevndarlimir og við tveimum undirnevndum, eini flogbóltsnevnd og eini kidsnevnd, har 2 nevndarlimir sita í hvørjari

Fyri valið stóðu John Kruse, formaður og Vivian Joensen, skrivari og í kidsnevndini stóðu Barbara R. Mouritsen og Birna Henriksen fyri vali. Hesi takkaðu fyri seg og bóru seg øll undan afturvali.

Fyri tey valdi aðalfundurin Malju Mouritsen og Jørgen Niclasen í starvsnevndina og í kidsnevndina vóru valdar Helen Skaalum og Oddbjørg Niclasen.

Nevndin hevur nú skipað seg við Jørgen Niclasen sum formanni, Maju Henriksen sum kassameistara og Malju Mouritsen sum skrivara. Í flogbóltsnevndini eru Hanna Helena Weihe Simonsen og Jónley Poulsen, meðan í kidsnevndini eru Helen Skaalum og Oddbjørg Magnussen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo